"Nornagest Ríma" lyrics
"Nornagest Ríma"
Eitt er frøðið um Nornagest
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Tílíkum góðum gekk han næst
-hvør ein sveinur geri so
Oksar tólv vóru leiddir á torg
Og so fram á fríðu borg
Hvíta tjald nívir niður frammi
Enn gellir lúður í stavni
Kallur kom heim við ungum syni
Kelling situr so hákonu blíð
Hvíta tjald nívur niður frammi
Kongur ætlar at høgga teir
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Tílíkum góðum gekk tað við gleim
-hvør ein sveinur geri so
Kongurin hjó so mikið høgg
At blóðið dreiv við benjar døgg
Allir duttu teir deyðir niður
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Øxin stóð í stokki við
-hvør ein sveinur geri so
Allir lovaðu hilmarhøgg
Blóðið dreiv um benjardøgg
Har kom kall við høkjur tvær
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Studdist so fast á báðar tær
-hvør ein sveinur geri so
Kongurin kvøður kalli blíttt
"Hví lovar tú ikki høggið mítt"
Yvrið harra var høggið títt
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Í forðum sá eg vænari slíkt
-hvør ein sveinur geri so
Tá skalv bæði leyv og lund
Sjurður høgg ormin í miðju sundur"
Anst tú siga frá Sjurð svein
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Hann var frægur av fornum ein
-hvør ein sveinur geri so
Tað kann eg siga Sjurði frá
Tílikan eingin við eygum sá
Høgni var ein heiðursmann
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Ljotan av lit so kendi eg hann
-hvør ein sveinur geri so
Gunnar var so reystur og ríkur
Fróður og blíður og Gunhild líkur
Fróður og blíður og Gunhild líkur
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Seint man føðast annar slíkur
-hvør ein sveinur geri so
Faðir mín átti fríðdligt bú
Fjól tað mikið um manga kú
Eg sat á skógvi og goymdi hest
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Helst tá ið veðurið var best
-hvør ein sveinur geri so
Riðu teir um dikið heim
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein
Ríðu teir um díkið tá
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Eg var sevin og sá hará
-hvør ein sveinur geri so
Gunnars hestur sprakk um fyrst
Gunnar kandi væl tann dyst
Høgna hestur sprakk um tá
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Grani fastur í feni lá
-hvør ein sveinur geri so
Sjúrðar hestur sprakk um síðst
Tá gav Guð mær goðan list
Grani fell í fenið fast
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Galtagjørðin sundur brast
-hvør ein sveinur geri so
Allir stigu úr søðlum teir
Gunnar, Høgni og Sjúrður svein
Allir tuga á dýran hest
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Sjúrður tugar á teymar mest
-hvør ein sveinur geri so
Ofta havi eg um díkið trott
Bæði dag og døkka nátt
Gestur, ger mær viljan ein
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Tváa mín góða gangara rein'
-hvør ein sveinur geri so
Sylgjan, íð sundur brast fyri mær
Hana, Gestur, gevi eg tær
Riðu so fram at eina á
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Eingin kundi til manna sjá
-hvør ein sveinur geri so
Eg tváaði hans bróst og bringa rein'
Hans lær og legg og langa bein
Góðan gangara gjørdi eg rein'
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Síðan hevði meg Sjurður til svein
-hvør ein sveinur geri so
Vær ríðum so fram á Fávnis ból
Har skein gull sum geisar av sól
Eg tók eitt hár av sama hesti
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Tað var sítt og vaxið mest
-hvør ein sveinur geri so
Tað var favn og feti sítt
Glógvaði rætt sum silvur hvítt
Eg havi í forðum farið vítt
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Ei funnið ljós og lívið mítt"
-hvør ein sveinur geri so
Kongur gav honum skaft og skeið
Og sjálvur segði han kalli leið
Í Fraklandi er vatnið vítt
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Har er ljós og lívið títt
-hvør ein sveinur geri so
Leingi kavaði kurtis mann
Áður hann beint á blýggið fann
Kørnar prestur skírði hann
-tú tarvst onki ráð geva í vanda
Tá leið lív sum ljósið brann
-hvør ein sveinur geri so
Tá ið ljós í lyktu var brent
Tá var lív og levnað ent
- AZLyrics
- T
- Týr Lyrics
album:
"How Far To Asgaard" (2002)