"Flóvin Bænadiktsson" lyrics
Teitur & Girls In Airports Lyrics
"Flóvin Bænadiktsson"
Árla var um morgunin, sól tók fagurt at skína:
Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar sínar
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar sínar
Møtti henni Flóvin Bænadiktsson undir so grønar líðar
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Tað var Flóvin Bænadiktsson, hann tók hana í sín favn:
"Gud fyriláti tær, søtan mín, tú lovaðist øðrum manni!"
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
"Faðir og móðir meg burt góvu, so mínir frændur fleiri
Tá kom sorgin í mítt bróst og ikki gleðin meiri
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Hoyr tú, frúgvin Marita, er tað við tín vilja?
Eg skal sláa Hermann í hel og teg frá honum skilja."
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
"Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson, tað er ikki við mín vilja!
Tann sami Gud os saman kom, hann kann os best at skilja."
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Marita snúðist haðan burt í tí sama orði
Hon kom ikki fyrr til hallar heim, enn Hermann sat yvir borði
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
"Hoyr tú, frúgvin Marita, hví hava tíni eygu so runnið?
Tú hevur verið við kirkju í dag, og Flóvan hevur tú funnið."
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
"Eg var meg við kirkju í dag, men Flóvan ikki fann
Har misti eg mínar gullringar burt og so mítt reyðargullband
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Svaraði harra Hermann, hann fell av hesti sínum:
"Harra Gud faðir av himmiríki heilsi mær Maritu míni!
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Flóvin býður Maritu í song við sær at liggja
Takk havi frúgvin Marita, hon vildi ei tað boð tiggja!
Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa
Hon gav seg í nunnukloystur við so góða trú
Onga tíð á ævini livir hon sum nú
- AZLyrics
- T
- Teitur Lyrics
You May Also Like
Kashmir - "Splittet Til Atomer" Midt i trængslen, går du baglæns
Siver ud ad, over vejen
Og bort i mængden
Før mit blik kan nå at fange dig
Bli'r vi splittet til atomer
Bedst som vi er skudt afsted
Uden det vi sku' forsone
Uden...
Marit Larsen - "Keeper Of The Keys" When you fall, when you fall,
When you fall into your silence
No way to touch, no way to reach,
Like a bottled ship, no less
I wish I were the keeper of the keys
So I could help you out
Instead of...
Emiliana Torrini - "Bleeder" Lay thee down
Park your head upon my pillow
Naked trees they dress in crows
Greet the horses coming nearer
Through the rains that bring you down
You're a man humble as a hope
Lay with me...
Feist - "Bittersweet Melodies" Whispers in the grass
Under slow dancing trees
Birds are telling me stories
Saying you were meant for me
With their bittersweet melodies
Like a sweet memory
Bittersweet melodies
Can't go back, I...