"Ólavur Riddararós" lyrics
Teitur & Girls In Airports Lyrics
"Ólavur Riddararós"
Hvørt skalt tú ríða Ólavur mín? Í lofti hongur brynja tín
Eg fari mær á heiði ta villini hind at veiða
Tú fert ikki at veiða hind. Men tú fert til tína leikalind.
Hvít er tín skjúrta, væl er hon tvigin, í blóði verður hon av tær drigin
Ólavur ríður eftir bjørgunum fram
(Kol og smiður við)
Fann hann upp á eitt álvarann
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Út kom eitt tað álvafljóð
(Kol og smiður við)
Flættað hár á herðar dró
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Ver vælkomin Ólavur Riddararós
(Kol og smiður við)
Tú gakk í dans og kvøð fyri os!
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Eg kann ikki meira hjá álvum vera
(Kol og smiður við)
Í morgin lati eg mítt brúðleyp gera
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Vilt tú ikki longur hjá álvum vera
(Kol og smiður við)
Sjúkur skalt tú títt brúðleyp gera
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá
(Kol og smiður við)
Ella vilt tú í morgin til moldar gá?
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv
Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv
Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, ilt er at liggja leingi sjúkur
Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, enn eg vil sjey vetur liggja á strá
Hon skonkti honum í drykkjuhorn
(Kol og smiður við)
Har fór í tað eiturkorn
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk
(Kol og smiður við)
Hans breiða belti um hann sprakk
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Hoyr tú Ólavur fríði
(Kol og smiður við)
Tú kyss meg, áðrenn tú ríður!
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Ólavur heim í garðin fór
(Kol og smiður við)
Úti hans móðir fyri honum stóð
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Mín kæra móðir, eg sigi tær sann
(Kol og smiður við)
Mín foli snávaði um ein stein
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Ólavur vendist til veggin brátt
(Kol og smiður við)
Hann doyði langt fyri miðnátt
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Har komu av tí bú
(Kol og smiður við)
Líkini trý, tey vóru so prúð
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív
(Kol og smiður við)
Tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív
(Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)
- AZLyrics
- T
- Teitur Lyrics
You May Also Like
KT Tunstall - "Yellow Flower" Still the pulse survives
The conscious candour of our conversation
Lovely as you are
I see the pain, the strain, the degradation
Strips of light delightful
Either side of bars so thick and wide
You...
Bahamas - "Can't Take You With Me" I can't take you with me where I'm going
In me there's a new love that has growin'
So now I leave behind all that once was mine
I can't take you with me where I'm going
I can't take you with me...
Angus & Julia Stone - "Chocolates & Cigarettes" Living on a diet of Chocolates & Cigarettes
I wanna call you again
I'll drink tea sometimes when it's cold
This is getting old
I call you again
Still too young to fail, too scared to sail away
But...
Fionn Regan - "The Horses Are Asleep" The horses are asleep
With heavy eyes that close
In dreams they trace the path
By which the river flows
Let spirit now align with the estuary
As Nightfall's open mouth howls out to the sea
It starts...
Ulige Numre - "Om Aftenen" Helt fra Skagens spids
Over Sjællands kyst
Bag hvert eneste bryst
Banker en drøm
En drøm om at dele
Lad os tælle til ti
Ligesom børn i det fri
Lukke øjnene i
For lyset der langsomt forsvinder med...